- Stórur tørvur á eftirskúla í Føroyum

- Stórur tørvur á eftirskúla í Føroyum
Stórur tørvur er á eftirskúla í Føroyum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum. Føroysk børn uttanlands kundu eisini brúkt skúlan, heldur formaðurin
Tørvurin á eftirskúla í Føroyum er stórur, heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum
 
08.08.2015 - 18:57

- Tørvurin á eftirskúla í Føroyum er ógvuliga stórur. Nógv ungfólk fara á eftirskúla uttanlands, og hugsast kann, at ein eftirskúli í Føroyum fer at gera, at enn fleiri fáa hug at fara á eftirskúla heldur enn í 10. flokk og miðnám.

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið. Hann sigur, at tað kann eisini hugsast, at føroysk foreldur uttanlands fara at senda børnini til Føroya í eftirskúla.

Ein annar møguleiki er eisini, at ungfólk uttanlands koma til Føroya, men eftirskúlin er fyrst og fremst ætlaður føroyskum ungdómi, sigur Herálvur Jaobsen.

Mæla til at byggja eftirskúla á Drelnesi

Fyrr í ár koma triðja álitið um eftirskúla í Føroyum seinastu 10 árini, og mælt verður til at byggja skúlan á Drelnesi til 80 næmingar.

Sambært álitinum fara umleið 120 føroysk ungfólk á eftirskúla uttanlands um árið. Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi álitið, mælir til at landið rindar helvtin av íløguni.

Landið rindar 70 prosent av rakstrinum, sambært eftirskúlalógini frá 2000, kommunurnar rinda fyri hvønn næming, og næmingurin rindar eisini sjálvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096