HB-venjarin leggur frá sær

HB-venjarin leggur frá sær
2-0 tapið móti KÍ í Djúpumýru í Klaksvík fríggjakvøldið gjørdist seinasti dysturin hjá Heðini Askham sum venjari fyri HB.
Vánaliga gongdin hjá HB hevur ført til, at venjarin hevur lagt frá sær
Mynd: Savnsmynd  
 
09.08.2015 - 10:43

HB boðaði í gjár frá, at høvuðsvenjarin hevur valt at leggja frá sær. 2-0 tapið móti KÍ í Djúpumýru í Klaksvík fríggjakvøldið gjørdist sosatt seinasti dysturin hjá Heðini Askham sum venjari fyri HB.

Sambært heimasíðuni er tað gjørt sum avleiðing av ivasomu gongdini hjá besta liðnum í ár.

Einki verður sagt um, hvør tekur við sum høvuðsvenjari í HB eftir Heðin Askham.

Heðin Askham tók við sum venjari í HB áðrenn kappingarárið í fjør byrjaði. Fyrsta árið førdi hann HB, sum árið fyri vóru føroyameistarar, til eitt annaðpláss í landskappingini.

Men í ár hevur ikki ligið so ræði fyri og sum heimasíðan hjá HB tekur til: Í skrivandi stund er HB á einum klønum fjórðapláss. 

HB hevur 32 stig fyri 20 dystir. Tvey stig fleiri enn KÍ, sum eftir heimasigurin móti júst HB fríggjakvøldið er komið upp á 30 stig.

B36 er oddalið við 42 stigum fyri 19 dystir, NSÍ hevur 40 stig fyri 19 dystir og á triðjaplássi er Víkingur við 37 stigum fyri 19 dystir.

Toppdystur er í Gundadali seinnapartin, tá oddaliðið B36 tekur ímóti NSÍ.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. mai
Jambalaja - 100525
191703
Leygardag 10. mai
Upp á tá - 090525
191699
Leygardag 10. mai
Vikan 10. mai 2025
191694
Leygardag 10. mai
Morgunlestur leygardagur 10.mai 2025
191025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687
Fríggjadag 9. mai
Veðrið
191675
Fríggjadag 9. mai
KAKUMiKS (6:7)
191658
Fríggjadag 9. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191644
Hósdag 8. mai
Hondbóltur: Kosovo - Føroyar
191625