Kanningin um EIK grunnin verður almenn týsdagin

Kanningin um EIK grunnin verður almenn týsdagin
Grein 19 nevndin, sum hevur kannað EIK grunnin og eftirlitið við grunninum, er nú liðug við sítt arbeiðið.
 
15.08.2015 - 08:13

Sambært lógini um grein 19 nevndina, skuldi nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemi hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, tá Eik kollsigldi, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevndi tó ikki um revsirættarlig viðurskifti hjá einstaklingum. 

Umframt formannin, Joen Magnus Rasmussen, eru Kristina Háfoss og Helgi Abrahamsen í grein 19 nevndini. 

Sigmund Poulsen, advokatur, hevur verið løgfrøðiligur ráðgevi hjá nevndini.

Grein 19 nevndin hevði sín fyrsta fund í løgtingssetuni 2013, tað var tann 13.juni í 2014. 

Kanning verður almenn týsdagin klokkan 10.00, 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974