Vøllurin við Margáir klárur í dag

Vøllurin við Margáir klárur í dag
Fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum verður í dag, tá ið EB/Streymur tekur ímóti oddaliðnum B36
Mynd: Savnsmynd  
 
16.08.2015 - 12:08

Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin við Margáir er komið so væl áleiðis, at vøllurin verður liðugur og klárur at spæla á í dag. Tað skrivar Sunda Kommuna á heimasíðuni. 

Sunda kommunan hevur lagt graslíki á fleiri smærri vøllir í kommununi: Í Hvalvík, á Langasandi, í Tjørnuvík, á Oyri og við Norðskála. Ætlanin er eisini at leggja graslíki við Gjógv. 

Talan er um langtíðarætlan hjá kommununi. Arbeiðið byrjaði í 2007, og málið er, at graslíki skal vera í øllum bygdum í kommununi. Endamálið er at geva børnum og ungum góðar umstøður at íðka ítrótt og vera likamliga virkin, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037