Løgreglan stendur á berum í kirkjuinnbrotum

Løgreglan stendur á berum í kirkjuinnbrotum
Løgreglan hevur ongar ítøkiligar slóðir at elta í kjalarvørrinum á teimum fýra innbrotunum, sum hava verið í fýra føroyskum fólkakirkjum
Fyrst varð brotið inn í kirkjuna her í Tjørnuvík, nú hevur løgreglan fingið fráboðan um tilsamans fýra innbrot í føroyskar kirkjur seinastu vikuna, men eingin slóð er at elta
 
24.08.2015 - 09:09

Tað byrjaði við einum innbroti í Tjørnuvíkar kirkju, men tað steðgaði ikki har. Seinastu vikuna hevur verið brotið inn í tilsamans fýra føroyskar fólkakirkjur.

- Løgreglan hevur onga slóð at elta aftaná innbrotini, sigur Hallgrím Hansen, vaktleiðari á politistøðini, í samrøðu við útvarpið í morgun.

Hesa seinastu vikuna er brotið inn í kirkjurnar í Tjørnuvík, Norðskála, Hvannasundi og Sandavági. Í øllum innbrotunum eru kirkjubússurnar tømdar fyri pening.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114