Merktir hvalir hava spjatt seg

Merktir hvalir hava spjatt seg
Hvalirnir, sum vóru merktir í grindini í Fuglafirði mánadagin og sleptir aftur til havs, hava spjatt seg, og eru farnir tríggjar ymiskar leiðir
Hvalirnir, ið sendarar vórðu settir á í grindini í Fuglafirði mánadagin, hava spjatt seg. Teir hava lagt leiðina suður í hav, siga Søvn Landsins
 
26.08.2015 - 17:49

Hvalirnir hava lagt leiðina suður í hav, men eru síðani farnir tríggjar ymsar leiðir. Fylgisveinasendararnir, sum vórðu settir á hvalirnar, vórður tendraðir í morgun klokkan sjey.

Í morgun sást, at grindin, ið fekk sendarar setta á seg, hevur spjatt seg. Sendarnir vórðu sløktir aftur á middegi. Tað var gjørt fyri at spara battarí.

Endamálið er at kanna ferðingarmynstur og staðfesta, hvussu víða útbreiðslu grindahvalirnir við Føroyar hava.

Kann geva ábendingar um veiðan er burðardygg

Út frá úrslitunum, ið fáast til vega, hvussu stóran part av tí samlaða stovninum í Norðurhøvum føroyingar veiða.

Vitanin, ið fæst eftir at hvalirnir eru merktir við sendarum, er týdningarmikil, tí tað kann geva ábendingar um, hvørt grindaveiðan er burðardygg, skriva Søvn Landsins

Hetta er fimtu ferð at grindahvalir svimja út av føroyskum firðum við sendarum á hornunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974