Fýra dagar áðrenn valið: Tætt ímillum flokkarnar

bannari
Fýra dagar áðrenn valið: Tætt ímillum flokkarnar
Sera tætt er millum teir fýra stóru flokkarnar í føroyskum politikki, nú komið er inn í endaspurtin av valstríðnum, vísir nýggj veljarakanning
Sera tætt er millum stóru politisku flokkarnar í nýggjari veljarakanning, Dimmalætting hevur gjørt
 
28.08.2015 - 08:07

Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu fingið sjey tinglimir í part, um val var í dag, sambært kanningini, Fynd hevur gjørt fyri Dimmalætting.

Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur við 21,3 prosentum av atkvøðunum, meðan Fólkaflokkurin hevði fingið 20,8 prosent.

Javnt ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldi

Kanningin gevur Sambandsflokkinum og Tjóðveldi seks tinglimir í part. Flokkarnir fáa ávíkavist 19,6 prosent og 18 prosent av atkvøðunum.

Framsókn fær 8,7 prosent av atkvøðunum og tríggjar tinglimir, meðan Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri fáa tveir tinglimir í part.

Miðflokkurin og Nýtt sjálvstýri fáa ávíkavist 6,7 prosent og 4,9 prosent av atkvøðunum, sambært veljarakanningini hjá Dimmalætting.

SÍ EISINI Sí grafikkin: Her er nýggjasta veljarakanningin

Samanumtikið hevur Sambandsflokkurin størstu afturgongdina, sammett við seinasta løgtingsval, meðan Javnaðarflokkurin hevur størstu framgongdina.

Men meðan allar veljarakanningar síðsta árið hava givið Javnaðarflokkinum átta og níggju løgtingslimir, so hava tvær tær seinastu kanningarnar nú givið flokkinum sjey tinglimir.

Tí ber til at siga, at sera tætt er millum fýra teir stóru flokkarnar, sum allir fáa sjey ella seks tinglimir.

Nýtt Sjálvstýri tveir tinglimir

Somuleiðis tykist Nýtt Sjálvstýri at hava fótað sær aftur, eftir at flokkurin í fleiri veljarakanningum hevur ligið á markinum fyri yvirhøvur at fáa umboðan á løgting.

Nýggjasta veljarakanningin gevur sum nevnt flokkinum tveir tinglimir. 1,7% søgdu seg fara at atkvøða blankt, 1% segði seg ikki fara at val og 7,9% høvdu framvegis ikki tikið støðu til, hvar krossurin skal setast týsdagin.

1.258 fólk hava svarað í veljarakanningini, sum Fynd gjørdi mánakvøldið og týskvøldið í vikuni, og sum er prentað í Dimmalætting í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303