Krossurin er loyniligur!

bannari
Krossurin er loyniligur!
Tað er ikki loyvt at taka mynd av atkvøðuseðlinum og síðan deila hana á Facebook ella á øðrum sosialum miðlum
Krossurin er loyniligur
 
01.09.2015 - 18:27

Tað er ikki hent, fyrr enn tað er deilt á facebook.

Tann hugburðurin er vanligur, serliga millum ung. Tey fægstu gera sær tó far um, at tað kann vera ólógligt - serliga í dag.

Tað er nevniliga ólógligt at almannakunngera atkvøðuseðilin og krossin á facebook, instagram ella aðrastaðni. 
Meginreglan í løgtingslógini um val til løgtingið er, at valið er loyniligt. 
Heldur ikki er loyvt at skriva annað enn ein kross á atkvøðuseðilin. Um tú teknar ella skrivar nakað annað á seðilin, verður hann ógildaður, og telur tí ikki við.

Eingin vandi
Eingin vandi er tó fyri, at tú verður blakað/ur í klivan ella at atkvøðan hjá tær verður ógildað av tí orsøk.

Tað eru eingir møguleikar í lógina at revsa tey, sum skuldi funnið uppá (og longu hava, vísir ein skjótt gjøgnumgongd á facebook) at leggja myndir av krossinum út á netið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985