Fimm Sea Shepherd-fólk fingið dóm

Fimm Sea Shepherd-fólk fingið dóm
Føroya rættur kunngjørdi í dag dómin móti teimum fimm fólkunum í felagsskapinum, Sea Shepherd, sum eru skuldsett fyri brot á grindalógina
Fimm fólk hjá Sea Shepherd vórðu dømd at gjalda bøtur í Føroya rætti í dag. Harumframt verður málið lagt fyri donsku útlendingastovuna við kravi um útvísing úr Føroyum
 
02.09.2015 - 16:05

Ein Sea Shepherd-limur skal rinda 31.000 krónur í bót, ein 30.000 krónur og trý av teimum skuldsettu skulu rinda 25.000 krónur í bót hvør. Tey eru úr Bretlandi, Týsklandi, Hollandi, Italia og USA.

Nú verður dómurin og málið lagt fyri donsku útlendingatænastuna við kravi um, at øll fólkini verða víst av landinum, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á Kriminaldeildini. við Kringvarpið.

Tey fimm dømdu fólkini hjá Sea Shepherd tóku ikki støðu til dómin í dag, men bóðu um umhugsunartíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984