Nú fer Aksel undir samgongutingingar

bannari
Nú fer Aksel undir samgongutingingar
Allir floksformenninir uttan Jørgen Niclasen vísa á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara
 
03.09.2015 - 15:11

Fyri løtu síðani høvdu allir floksformenninir verið hjá løgtingsformanninum við sínum boði uppá, hvør skal standa á odda fyri samgongusamráðingunum.

Allir floksformenninir uttan Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vísa á Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum. 

Jørgen Niclasen vísti á Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.

Alt bendir sostatt á, at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, formliga fer at heita á Aksel V. Johannesen um at vera samráðingarleiðari.

Ið hvussu er eru tingmanningarnar í øllum flokkum farnar á Gamla apotek. Sum skilst fer Aksel V. Johannesen fyrst at hava fund við Tjóðveldi og síðani Framsókn seinni í dag. 

Í morgin verður fundur við Nýtt Sjálvstýri.

Aksel V. Johannesen hevur sambært stýrisskipanarlógini 10 yrkadagar at skipa samgongu. 

 

Meiri verður at frætta í úvarpstíðindunum og í Degi og Viku í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659