Røkt: SEV vil ikki samstarva

Røkt: SEV vil ikki samstarva
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt, at SEV arbeiðir ímóti ætlanini hjá Røkt um eina pumpuverkætlan í Vestmanna. SEV hevur kært til Vinnukærunevndina
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt
 
03.09.2015 - 08:45

Røkt fekk eitt fyribilsloyvi til eina pumpuverkætlan í Vestmanna í 2010. 

Men av tí at einki er hent, mælti Jarðfeingi til ikki at leingja fyribilsloyvið, men mælti til at Jarðfeingi sjálvt skuldi gera kanningar í Vestmannaøkinum, og síðani skuldi støða takast til umsóknirnar av nýggjum.

Tað góðtók landsstýrismaðurin í vár, men í mai broytir hann støðu, og gevur boð um at leingja fyribilsloyvið. Haraftrat mælti hann til at loyvið hjá Røkt kann víðkast, um tað verður neyðugt.

Á fundi gjørdi landsstýrismaðurin eisini greitt, at hann ætlaði at syrgja fyri, at Røkt og SEV fara at samstarva í økinum við Vestmanna. Grundgevingin hjá Johan Dahl, var, at tað hevur týdning, at aðrir veitarar enn SEV sleppa upp í virksemið við orku í Føroyum.

SEV mótarbeiðir

Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt, sigur, at SEV mótarbeiðir teirra ætlanum, hóast tað er í einum øki, sum SEV als ikki hevur víst áhuga fyri. Stjórin í Røkt sigur, at Røkt fór undir sítt virksemi í 2003, tí SEV ikki vísti nakran áhuga fyri vindorku.

Síðani í 2004 hevur Røkt roynt at fáa eitt loyvi, sum fevndi bæði um vindorku og vatnorku, og felagið fekk eitt fyribilsloyvi í 2010, sum var longt í summar.

Røkt hevur sett sær fyri at gagnnýta teir møguleikar sum eru í økinum við Vestmanna, á Mýrunum og í Heygadali. Fyrsta stigið er at pumpa brúkta vatnið frá Mýrunum við vindorku úr Heygadali niðan aftur í Mýrarnar.

Fleiri sleppa ikki framat

Eftir elveitingarlógini kunnu aðrir veitarar lata streym á netið hjá SEV. Og eftir somu lóg kann landsstýrismaðurin seta fram krav um, at loyvishavarar samstarva um útbúnað og savningarøki. Tað er gjørt, so fleiri kunnu sleppa framat.

Men hóast samráðingar hava verið, so er einki komið burturúr.

- Sleppur gongdin at halda fram, so er ikki hugsingur um, at tann parturin av  elveitingarlógini, sum gevur fleiri veitarum møguleikar at framleiða streym, fer at virka. Tá fáa brúkararnir ikki ágóðan av betri og bíligari tænastum, og monopolstøðan heldur fram, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Røkt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392