Nokta framvegis limum at fara í setursskúla

Nokta framvegis limum at fara í setursskúla
Lærarafelagið minnir limirnar á, at felagið framvegis noktar limum sínum at fara í setursskúla, fáa lærararnir ikki løn afturfyri
Nú nýtt landsstýrisfólk er á veg í Mentamálaráðið, minnir Lærarafelagið á, at felagið noktar framvegis limum sínum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at lærararnir fáa løn afturfyri
 
14.09.2015 - 09:41

Nú nýtt landsstýrisfólk er á veg í Mentamálaráðið, minnir Lærarafelagið á, at felagið noktar framvegis limum sínum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at lærararnir fáa løn afturfyri.

Fyri mánað síðani kunngjørdi Lærarafelagið, at tað noktar limunum at fara í seturskúla við næmingum uttan so, at tímar eru skrásettir í virksemisætlanini sambært galdandi avtalu.

Fingu boð um skerjingar í vár

Tað merkir, at fyrsti og annar dagur skulu skrásetast við 14 tímum hvør, og hinir dagarnir við tíggju tímum hvør.

Men sambært Lærarafelagnum boðaði Mentamálaráðið í vár skúlaleiðslunum frá, at skerjingar eru gjørdar í játtanini til tímar til seturskúla.

Lærarafelagið sigur, at skerjingin ger, at í summum skúlum fara drúgvar siðvenjur um seturskúla fyri skeytið.

SÍ EISINI Seturskúlaferðir hjá skúlabørnum komnar í vanda

Í Skúlablaðnum í morgun sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, at á fundi, sum Heim og skúli skipaði fyri hálvan august í sambandi við løgtingsvalið, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at skúlaleiðslurnar gera av, um tær raðfesta seturskúlan ella ikki.

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað ber ikki til hjá skúlaleiðslum at raðfesta seturskúlan fram um annað, tí tað ber ikki til at flyta tímar, sum ikki eru har.

Landsstýrismaðurin veit væl, at hetta ber ikki til. Og at krevja, at lærarar fara í seturskúla uttan at fáa løn afturfyri, ber ikki til, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Munandi skerjing fyri flestu skúlar

Sambært Mentamálaráðnum verður hetta skúlaárið, 2015-2016, játtað skúlum læraratímar fyri triðja hvønn flokk tveir dagar í part.

Í flestu skúlum er hetta ein munandi skerjing. Í summum skúlum forkemur hetta drúgvum siðvenjum um seturskúla, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Seturskúli er, tá skúlabørn og lærarar fara saman nakrar dagar í aðra bygd ella annan bý ella av landinum at vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793