Vilja hava veitingarskip í dokkina

Vilja hava veitingarskip í dokkina
Ein brunnur verður gjørdur á skipasmiðjuni á Skála
 
16.09.2015 - 09:23

Turrdokkin á Skála skal gerast áhugaverdari hjá frálandsvinnuni at brúka.

Ein nýggju brunnur, sum er 20 fermetrar til víddar og fýra metrar djúpur, verður nú gjørdur á skipasmiðjuni. 

MEST, sum eigur skipasmiðjuna, sigur, at hetta verður gjørt m.a. fyri at gera turrdokkina áhugaverdar fyri veitingarskip í frálandsvinnuni.

 Flestu veitingarskipini hava eina Azimut skrúvu framman, sum kann lorast undan botninum niður í brunnin, tá kanningar og sýn verða gjørd.

Tí er neyðugt at hava ein brunn til slíkt umvælingararbeiði, skrivar MEST í tíðindaskrivi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470