Mánamyrking verður mánamorgunin

Mánamyrking verður mánamorgunin
Fert tú tíðliga upp mánamorgunin, so eru góður møguleiki fyri, at tú fert at síggja vakra mánamyrking
Um klárt er í veðrinum, fer mánamyrkingin helst at líkjast hesum
Mynd: APTN  
 
25.09.2015 - 09:43

Jørðin byrjar at skugga fyri mánan klokkan sjey minuttir yvir 2 okkara tíð, sigur Orion Planetarium í tíðindaskrivi. 

Full mánamyrkingin er frá klokkan 3.11 til klokkan 4.23, og síðani minkar hon aftur fram til klokkan 5.27, tá mánamyrkingin er av á hesum sinni.

Supermáni

Mánamyrking hendir, tá fullmáni er, - men hesaferð er fullmánin ikki hvør-sum-helst.  Mánamorgunin er talan um ein super-mána. Supermáni er, tá tíðin fyri fullmána fellur saman við tíðini, tá mánin er nærmast jørðini í síni umferð um hana. 

Supermánar fáa fullmánan at tykjast væl størri.

Reyður og gulur máni

Tað serliga er eisini, at mánamyrkingar fáa ikki mánan at hvørva. 

Partur av sólljósinum, sum lýsir á mánan er ljós, sum er bent í lofthavinum hjá jørðini. 

Skuggin frá jørðini forðar ikki hesum ljósi, og tí síggja vit mánan meðan mánamyrkingin er, - men nú síggja vit hann í appilsingulum og reyðum sólar-ljóslitum. 

Men sum ikki einaferð, so skal tað verða klárt í veðrinum, um vit skulu síggja mánamyrkingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974