Norska fregnartænastan rópar varskó

Norska fregnartænastan rópar varskó
Økti streymurin av flóttafólkum og asylsøkjarum til Noregs fer at fáa neiligar fylgjur fyri hóttanarmyndina, sum er knýtt at høgravíðgongdum bólkum
Stjórin fyri norsku fregnartænastuna, Benedicte Bjørnland
 
25.09.2015 - 09:48


Hetta, tí at mótstøðan móti tilflytarum er høvuðsmálið, og týdningarmikil liður í at skaffa nýggjar limir til hesi umhvørvi. Tað sigur stjórin fyri norsku Fregnartænastani, Benedicte Bjørnland. 

Vinstravíðgongd hóttan

Tað er eisini hóttan, at vinstravíðgongdir bólkar í Noregi kunnu savnast um mál, sum hava við flóttafólkakreppuna at gera. 

Økist stríðið við høgravíðgongdu bólkarnar kann tað elva til móttiltøk og ógvusligar samanbrestir millum høgra- og vinstravíðgongd.

Radikalisering í Noregi

Asylsøkjarar knýttir saman við víðgongdari islamismu er tó ikki nakað, sum norska fregnartænastan stúrir fyri í løtuni.

Hóttanin frá víðgongdari islamismu kemur fyrst og fremst frá persónum, sum eru føddir og uppvaksnir í Noregi, og sum eru radikaliseraðir í Noregi. 

ISIL og Al Keida

Fyribils metur stjórin fyri Fregnartænastuna, tað vera lítið sannlíkt, at felagsskapir, sum ISIL ella Al Kaida, brúka norska asyl-stovnin til at fáa yvirgangsfólk til Noreg.

Men upp á sikt er møguleiki fyri, at onkur einstakur asylsøkjari kann gerast yvirgangshóttan móti Noregi, skrivar stjórin fyri norsku fregnartænastani, Benedicte Bjørnland, í tíðindabrævi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815