Danskur ráðharri ger einki við Asbjørn Senior

Danskur ráðharri ger einki við Asbjørn Senior
Skipið fiskaði ikki ólógliga, sigur fyrrverandi reiðarin. Asbjørn Senior hevði loyvi frá Móritania at fiska og fór ikki út um móritanska markið.
Asbjørn Senior fiskaði við loyvi frá Móritania og var ongantíð í sjónum hjá Vestursahara, sigur fyrrverandi reiðarin.
 
26.09.2015 - 13:16

Danski uttanríkisráðharrin fer ikki at leggja seg út í fiskiskapin hjá nótaskipinum Asbjørn Senior í Afrika.
Privatar fyritøkur hava sjálvar ábyrgdina av sínum gerðum, sigur Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, í svari til Uttanríkisnevndina hjá fólkatinginum. 
Uttanríkisráðharrin fekk ein spurning um fiskiskapin hjá Asbjørn Senior, tí hann var sagdur at vera brot á altjóða lóg, tí fiskað er í sjónum hjá Vestursahara, sum Marokko hevur hersett.
Ráðharrin varð biðin um at steðga Asbjørn Senior. 

Ráðharrin ger einki

Tað ger ráðharrin ikki. Hann svarar, at danska stjórnin mælir donskum fyritøkum og almennum stovnum frá at gera nakað, sum kann skaða fólkið í Vestursahara og áhugamál tess, so sum náttúruríkidømi. 
Ráðharrin ger tó vart við, at eingi altjóða tiltøk eru sett í verk viðvíkjandi Vestursahara. 
Emhamed Khadad, umboð fyri saharawisku stjórnina hjá Vestursahara í útlegd, skrivaði tann 10.juli til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Alex N. Vilhelm, stjóra í Ocean Group Faroes, sum átti Asbjørn Senior, áðrenn hann varð seldur til Belis í juni. 
Í brævinum biður Emhamed Khadad teir báðar síggja til, at fiskiskapurin hjá Asbjørn Senior heldur uppat, tí hann er ólógligur.

Helt allar reglur 

Asbjørn Senior skal hava fiskað sunnan fyri Vestursahara fyrst í juli.

Asbjørn Senior er langt síðani givin at fiska við Afrika. Hann hevur ligið í Hirtshals nú í ein góðan mánað.

Alex N. Vilhelm í Ocean Group Faroes sigur í tíðindaskrivi í dag, at Asbjørn Senior fiskaði við loyvi frá móritansku myndugleikunum og fór ongantíð út um markið hjá Móritania. Skipið breyt ongar reglur, sigur Alex N. Vilhelm,  

At politiskt stríð er millum londini har á leiðini um markið er eitt mál fyri seg, sigur Alex N. Vilhelm.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786