Eingir nýggir sáttmálar hjá tí almenna 1.oktober

Eingir nýggir sáttmálar hjá tí almenna 1.oktober
Allir partar hava vitað í fýra ár, at sáttmálarnir fóru úr gildi 1.oktober í ár. Enn er tó eingin nýggjur sáttmáli gjørdur.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
 
26.09.2015 - 10:35

Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru so smátt byrjaðar.

Hósdagin var Starvsmannafelagið á fundi við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur, at partarnir avtalaðu, hvussu samráðingarnar skulu skipast.  Fyribils eru fimm dagar settir av til samráðingarnar.

Krøvini latin 

Um hálvan juni læt Starvsmannafelagið Lønardeildini síni krøv. Tá varð eisini avtalað, hvussu samráðast skuldi. Ætlanin var at byrja 26.august.

Men av tí at løgtingsval varð útskrivað, hendi ikki meira, tí hildið varð, at best var at bíða, til valið hevði verið.

Nú er nýggj samgonga skipað, og tí byrja samráðingarnar aftur.

Flestu sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum, teir eru 25 í tali, fara úr gildi hósdagin, sum er 1. oktober.

Fyri ta tíð verður eingin nýggjur sáttmáli gjørdur millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina, tí næsti fundurin verður ikki fyrr enn fríggjadagin 2. oktober, sigur Selma Ellingsgaard.

Á tí fundinum verður Kristina Háfoss, nývald landsstýriskvinna í fíggjarmálum, við.

Ætlanin er at bera skjótt at við at fáa samráðingarnar avgreiddar, tí allir avtalaðu fundardagarnir eru í oktober, sigur Selma Ellingsgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846