- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkakirkjan missir ikki limir til aðrar samkomur
Yvirskriftin í Útvarpinum var, at færri og færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Limatalið er minkað støðugt seinastu 15 árini.
Tað er rætt, tá roknað er í prosentum av fólkatalinum. Men hesi 15 árini eru 744 limir komnir afturat í fólkakirkjuni, skrivar biskupur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
SÍ EISINI Færri og færi limir í fólkakirkjuni
Biskupur sigur, at hann hevur spurt sóknarprestarnar, um fleiri fara úr kirkjuni ella gerast limir í henni. Niðurstøðan er, at heldur fleiri lima seg inn enn út.
Tí er ikki talan um, at fólkakirkjan missir limir til aðrar samkomur ella at tey í stórum tali fara úr fólkakirkjuni, tí tey hava annan ella ongan átrúnað, sigur Jógvan Fríðriksson.
Biskupur heldur tríggjar orsøkir vera
Í 2000 vóru 84,3 prosent av fólkinum í Føroyum limir í fólkakirkjuni. Nú er talið komið niður í 81,6 prosent. Jógvan Fríðriksson nevnir tríggjar orsøkir.
Fleiri útlendingar, nýggir føroyingar eru í Føroyum. Flestu teirra eru kristin við aðrari trúarlæru enn luthersku fatanini. Nakrir nýggir føroyingar hava aðra heimstrúgv.
Karismatisku kirkjurnar eru virknar og dugnaligar. Nógv av eldru í teimum eru limir í fólkakirkjuni, hóast tey eru virkin í fríkirkju.
SÍ EISINI Óvist hví fólkakirkjan missir limir
Nú er talan um annað og triðja ættarlið. Yngra ættarliðið kennir ikki til fólkakirkjunnar siðvenju og er í minni mun uppvaksið í henni.
Tá børn teirra ikki verða doypt í fólkakirkjuni, lækkar limatalið í fólkakirkjuni eina tíð, til tað finnur sína natúrligu legu. Og serliga ungdómurin ynskir skjótar avgerðir og frælsi at virka í tíðini.
Tí er nútíðin størri avbjóðing fyri fólkakirkjuna enn fyri aðrar kristnar kirkjur og samkomur, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.