Samráðingar um uppsjóvarfisk

Samráðingar um uppsjóvarfisk
Næstu tvær vikurnar fæst at vita, um til ber at fáa strandarlondini at semjast um uppsjóvarfiskin
Í hesari vikuni og í næstu viku fara strandarlond og eygleiðaralond at hittast til samráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel
 
12.10.2015 - 08:02

Í hesari vikuni og í næstu viku fara strandarlond og eygleiðaralond at hittast til samráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel, upplýsir Fiskimálaráðið í morgun.

Byrjað verður í dag, tá Føroyar, ES, Ísland og Noreg hittast í London at samráðast um svartkjaft. Ísland er formansland og hevur boðið Grønlandi og Russlandi við sum eygleiðaralond.

Strandarlondini fara at royna at býta svartkjaftin av nýggjum, nú býtislykilin frá 2006 er vrakaður. Londini skulu eisini royna at áseta mest loyvdu veiðuna í 2016.

Norðhavssildin býtast av nýggjum

Mikudagin fara Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland at samráðast um norðhavssild. Hesar samráðingar verða eisini í London. Noreg er formansland. Grønland er boðið við sum eygleiðaraland.

Eisini norðhavssildin skal býtast av nýggjum. Í næstu viku hittast so londini, sum gjørdu makrelsemjuna á grækarismessu í fjør, í Clonakilty í Írlandi. Tey eru Føroyar, ES og Noreg.

Føroyar hava formansskapin í samráðingunum um makrel. Føroyar hava boðið Grønlandi, Íslandi og Russlandi við sum eygleiðaralond.

Viðgera eisini tilmælini frá ICES

Sambært Fiskimálaráðnum er stórmálið í hesum samráðingum at samtykkja eina langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelstovnin og áseta mest loyvdu veiðu í 2016.

Strandarlondini fara eisini at viðgera tilmælini frá altjóða havrannsóknarstovninum ICES um teir tríggjar fiskastovnarnar. Tilmælini um svartkjaft og makrel fyri 2016 eru minni enn tilmælini vóru fyri 2015.

ICES mælir til at fiska 36 prosent minni av makreli næsta ár enn heildarkvotan er í ár. Tilmælið um norðhavssild fyri 2016 er nakað størri enn í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847