Leita eftir grønlendskum 90'ara tónleiki

Leita eftir grønlendskum 90'ara tónleiki
Grønlendska tjóðarsavnið fyrireikar framsýning um tónleikalívið í Grønlandi í 1990'unum
Mynd frá 1995, tá tónleikabólkurin, Sume, fær Koda-virðislønina
Mynd: sermitsiaq.gl  
 
18.10.2015 - 18:23

Grønlendskur tónleikurin frá níti-árini skal sýnast fram, - tað sigur grønlendska tjóðarsavnið, sum nú savnar inn alt frá kassettubondum, fløgum og ljóðupptøkum, til myndir og plakatir av grønlendskum tónleikabólkum í níti-árunum.

Sum er, hevur savnið tónleik frá 50'árunum og frameftir, og nú er stundin komin til meiri modernaðan tónleik frá níti-árunum. Savnið hevur áhuga fyri bæði stóru, og serliga minnu grønlendsku tónleikabólkunum. 

Merchendise

Tjóðarsavnið heitur tí á øll, sum eiga tónleik ella merchandise frá níti-árunum, um at lata savninum lutirnar.

- Framsýningin hjá okkum hevur eitt hol tá vit koma til 1990'ini, og neyðugt er at seta størri leiting í verk fyri at fáa tilfar inn, áðrenn fólk tveita tað burtur, sigur Bo Albrektsen frá grønlendska tjóðarsavninum við knr.gl.

Hetta er aðru ferð, at savnið heitir á fólk um at lata lutir, og savnið hevur higartil ikki fingið nógv inn, sigur Joelle Didde Jelsted, samskipari á grønlendska tjóðsavninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776