Lovar ongar ítøkiligar broytingar

Lovar ongar ítøkiligar broytingar
Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum fær ikki lovað tingkvinnu ítøkiligar broytingar í stuðulspolitikkinum til bøndurnar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, lovar ongar ítøkiligar broytingar í stuðulspolitikkinum, nú hann hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu
 
26.10.2015 - 07:34

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, lovar ongar ítøkiligar broytingar í stuðulspolitikkinum, nú hann hevur svarað spurningum frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu.

Høgni Hoydal sigur, at hann ætlar at meta um allar tættir í stuðulsskipanini fyri at vita, hvørjar ábøtur kunnu gerast. Í løtuni er tó ov tíðliga at siga, júst hvørjar broytingar ætlandi skula gerast, sigur landsstýrismaðurin.

Vil hava skipanina broytta

Bjørt Samuelsen sigur, at seyðabøndur vita ongantíð, hvussu nógv teir kunnu vænta at fáa aftur av meirvirðisgjaldinum fyri selda kjøtið.

Hon sigur, at nøkur ár fáa bøndur stóran part av meirvirðisgjaldinum aftur, onnur ár bara lítlan part. Orsøkin er kunngerðin, sum sigur, at Búnaðarstovan samanber játtanina til afturberingina við væntaðar umsóknir í árinum.

Endalig uppgerð verður so gjørd, tá seinasti ársfjórðingur er uppgjørdur. Við hesi orðing er ógjørligt hjá einum seyðabónda at vita, hvussu nógv meirvirðisgjald, hann fær aftur úr landskassanum.

Landsstýrismaðurin samdur við tingkvinnuni

Høgni Hoydal er samdur við Bjørt Samuelsen. Hann svarar, at kunngerðin kann gerast greiðari, um søkjast kann um stuðul eina ferð um árið heldur enn fyri hvønn ársfjórðing sær.

- Eg ætli mær at heita á Búnaðarstovuna um at viðgera hesa broyting, sigur Høgni Hoydal.

Í fjør vóru so nógvar umsóknir um at fáa meirvirðisgjaldið aftur, at hvør bóndi fekk góð 76 prosent aftur úr landskassanum. Í 2012 fingu bóndurnir 92 prosent av meirvirðisgjaldinum aftur. Stuðulin at býta er 1,7 mió. kr. um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804