Arbeiðsloysið minkar framvegis

Arbeiðsloysið minkar framvegis
Í september var arbeiðsloysið komið niður í 2,7 prosent, eftir at tað lá um trý prosent síðani apríl
Arbeiðsloysið hjá monnum í Føroyum er nú 2,1 prosent og hjá kvinnum er arbeiðsloysið 3,4 prosent, sambært Hagstovuni
 
27.10.2015 - 16:18

Hjá monnum er arbeiðsloysið í Føroyum nú 2,1 prosent og hjá kvinnum er arbeiðsloysið nú 3,4 prosent, upplýsir Hagstovan.

Bæði hjá monnum og kvinnum er arbeiðsloysið størst í aldursbólkinum 25-34 ár og samanumtikið eru tey fægstu arbeiðsleysu millum 45 til 54 ár.

Størsta  arbeiðsloysið í Suðuroy

Lutfalsliga er minsta arbeiðsloysið í Sandoyar sýslu, har tað er 1,8 prosent, og har er minsti munurin millum menn og kvinnur.

Størst er arbeiðsloysið í Suðuroynni, 5,1 prosent hjá kvinnum og 4,0 prosent hjá monnum. Størsti munur millum kynini er í Vága sýslu

Í Vága sýslu er arbeiðsloysið 1,1 prosent hjá monnum og 3,9 hjá kvinnum, sambært nýggju tølunum hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762