Úrslitið av fólkaatkvøðu ongan týdning

Úrslitið av fólkaatkvøðu ongan týdning
Tað hevur ongan týdning, sama hvat úrslitið verður, um fólk í Sundalagnum ynskja fólkaatkvøðu áðrenn fimm skúlar verða til ein skúla
 
04.11.2015 - 08:31

Mentamálaráðið hevur gjørt fólki í Sunda kommunu greitt, at sama um tey vilja hava fólkaatkvøðu um skúlarnar, sum skulu leggjast niður, hevur úrslitið ongan týdning.

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum. Mentamálaráðið hevur lýst leyst starvið sum skúlastjóri í nýggja Skúlanum við Streymin.

Skúlastjórar fingið hoyringarskriv

Samstundis hava fimm skúlaleiðarar í Sunda kommunu fingið hoyringarskriv um ætlaðar broytingar í setanarviðurskiftum teirra.

Herálvur Jacobsen sigur, at Lærarafelagið í farna mánað gjørdi Mentamálaráðið vart við, at møgulig fólkaatkvøða um skúlaviðurskiftini eigur at vera avgreidd fyrst, áðrenn starvið sum skúlastjóri verður lýst leyst.

Freistin at søkja starvið sum skúlastjóri við Streymin er til 17. november. Freistin at krevja fólkaatkvøðu er til 21. november.

- Ein háðan móti demokratiska rættinum hjá fólki

Við at lýsa eftir skúlastjóra nú er boðskapurin frá Mentamálaráðnum til fólk í Sunda kommunu greiður, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. Ein møgulig fólkaatkvøða hevur ongan týdning.

- Hetta kann ikki annað enn tulkast sum ein háðan móti demokratiska rættinum hjá fólki í Sunda kommunu, og samstundis ein háðan móti okkara limum, sum verða tiknir gíslar, sigur Herálvur Jacobsen.

Allir skúlar í Sunda kommunu verða savnaðir í Skúlan við Streymin, sum byrjar eftir summarfrítíðina næsta ár. Í skúlanum vera 286 næmingar í fyrsta til tíggjunda flokki og 23 lærarar í føstum starvi.

Málið einmælt samtykt í summar

Býráðið í Sunda kommunu samtykti einmælt hálvan juni í fjør at hava ein skúla í kommununi í staðin fyri fimm.

Fólk, sum ikki góðtaka, at skúlarnir í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, við Norðskála, á Oyri og Felagsskúlin á Oyrarbakka verða lagdir niður næsta summar, kunnu biðja um fólkaatkvøðu um avgerðina hjá býráðnum í Sunda kommunu um nýggjan skúlabygnað í kommununi.

Tað kunngjørdi Sunda kommuna tann 21. oktober. Í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í einum skúlaumdømi kunnu krevja fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlan niður. Tað skal gerast í seinasta lagi ein mánað eftir 21. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762