Samsvar millum frágreiðingar

Samsvar millum frágreiðingar
Skiparin hevði sovið ov lítið, tí sovnaði hann á brúnni, og skipið sigldi á land
Samsvar er millum niðurstøðuna hjá Sjóvinnustýrinum og tað, sum skiparin á Skansanesi sjálvur greiddi frá eftir at skipið rendi á land í Noregi í fjør
 
06.11.2015 - 14:31

Tað er niðurstøðan hjá Sjóvinnustýrinum, sum kannaði, hví farmaskipið Skansanes sigldi á land í Storfjorden í Noregi 16. mai í fjør. Niðurstøðan er í samsvari við tað, sum skiparin sjálvur greiddi frá í sjófrágreiðingini.

Í niðurstøðuni stendur, at skiparin legði Skansanes at bryggju í Ålesund klokkan hálvgum tvey um náttina og tørnaði ikki inn fyrr enn klokkan fýra, tí báðir ljósmotorarnir riggaðu illa.

Gott veður tá óhappið hendi

Hálvan triðja tíma seinni varð skiparin útpurraður, tí skipið skuldi úr Ålesund aftur. Slakar seks tímar seinni sigldi Skansanes á land. Skaði kom á kúlustevnið, men annars lak skipið ikki.

Tríggir av manningini fingu snuddir, tann eini hol á høvdið. Veðrið var gott, tá óhappið hendi. Eftir óhappið vórðu vaktirnar hjá stýrimanninum og skiparanum á Skansanesi broyttar, so skiparin kundi fáa ta hvíld, hann átti at fáa.

Millum annað kann stýrimaðurin nú leggja at og frá bryggju. Fyrr skuldi skiparin altíð gera tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328