KvF í París: Hetta var eitt øðrvísi álop

KvF í París: Hetta var eitt øðrvísi álop
Islamiski Staturin hevur í fleiri mánaðir hótt við at fara í álop í Evropa. Fríggjakvøldið varð hóttanin fullførd
 
14.11.2015 - 22:35

129 fólk vóru myrd í einari skipaðari yvirgangsatsókn í franska høvuðsstaðnum, París. IS hevur ikki framt eitt líknandi álop í Evropa fyrr, sigur Uni Holm Johannesen, tíðindamaður hjá Kringvarpinum, sum er staddur í París.

- IS hevur áður tikið ábyrgdina av minni atsóknum í Evropa, har einstakir persónar við óbeinleiðis tilknýti til IS hava lagt álopini tilrættis. 

- Hesaferð tykist atsóknin vera munandi gjøllari fyrireika, nú átta yvirgangsmenn bumbaðu og skutu frá hond á seks ymsum støðum samstundis. IS hevur ikki staðið á odda fyri einum so skipaðum álopi í Evropa fyrr, sigur Uni Holm Johannesen.

Verjuleys vórðu rakt

Atsóknin í París í gjár er tann næsta í franska høvuðsstaðnum í ár.

- Tað er ein greiður munur á hesum báðum álopunum, sum París hevur verið fyri. Í januar troðkaðu yvirgangsmenninir seg inn á redaksjónina hjá Charlie Hebdo fyri at hótta talufrælsið.

Í januar var talan um eitt beinleiðis symbolálop. Hesaferð vóru tað ósekir og verjuleysir borgarar, sum vóru myrdir, sigur føroyski tíðindamaðurin í París.

Birta undir fremmandahatur

Frakland hevur verið við í stríðnum móti religiøsari totalterismu. Franska stjórnin hevur seinastu mánaðirnar bumba  Islamiska Statin í bæði Irak og Sýria. Nú fór IS aftur í mótálop.

- Ætlanin við hesum álopunum er millum annað at ræða fraklendingar fyri at birta undir fremmandahaturin í landinum. Fremmandahatur og mistrúgv kunnu elva til, at muslimar kenna seg útihýstar í samfelagnum og fara at styðja Islamiska Statin.

Tað er av somu orsøk ein ynskistøða hjá IS, at Marine Le Pen og Front Nationale hava stóra undirtøku í Fraklandi. Tað syndrar og spjaðir tey, sum búgva í Fraklandi, og tað er bara ein fyrimunur fyri IS, sigur Uni Holm Johannesen, tíðindamaður.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174