Vilja hækka inngjaldið til Heilsutrygd

Vilja hækka inngjaldið til Heilsutrygd
Samgongan ynskir at hækka inngjaldið til Heilsutrygd á nýggjárinum, so gjaldið verður 175 krónur um mánaðin
Sambært galdandi lóg skuldi inngjaldið til Heilsutrygd lækka fimm krónur, úr 170 krónum niður í 165 krónur. Nýggja samgongan ynskir at hækka gjaldið
 
19.11.2015 - 09:34

Eisini fasta inngjaldið til Heilsutrygd hækkar á nýggjárinum. Sambært galdandi lóg skuldi tað annars lækka fimm krónur, úr 170 krónum niður í 165 krónur, men nýggja samgongan vil hava tað hækkað upp í 175 krónur.

Tær tíggju krónurnar afturat um mánaðin fara at geva Heilsutrygd 4,3 mió. kr. afturat næsta ár, sigur Heilsu- og Innlendismálaráðið.

Sambært galdandi lóg skuldi prosentgjaldið hækka úr 0,55 prosentum av skattskyldugu inntøkuni upp í 0,60 prosent á nýggjárinum, og tað stendur við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860