Fleiri børn í Føroyum fáa Wegovy

Fleiri børn í Føroyum fáa Wegovy
Tøl vísa, at nýtslan av klænkiheilivágnum Wegovy millum børn og ung í Føroyum er vaksin. Hetta er eitt tekin um, at vit hava ein trupulleika við barnafiti, sigur barnalækni
 
02.11.2026 - 19:09

Tilsamans hava 18 børn og ung undir 18 ár í Føroyum fingið klænkiheilivágin Wegovy síðani 2024.

Í 2024 vóru tey níggju í tali, í 2025 ellivu, og higartil í ár hava tólv børn og ung fingið heilivágin.

– Hetta er eitt tekin um, at vit hava ein trupulleika við barnafiti í Føroyum, sigur Rúna Olsen, barnalækni í Sjúkrahúsverkinum.

Wegovy kann verða givið ungum frá 12 ára aldri undir ávísum treytum. Men heilivágurin er ikki uttan vansar, og óvissa er framvegis um langtíðarárinini hjá børnum, sum byrja við viðgerðini ung.

Rúna Olsen heldur tí, at vit eiga at vera varin við at geva børnum klænkiheilivág, og at slík viðgerð eigur at liggja hjá Barnadeildini í Sjúkrahúsverkinum.

Hon leggur dent á, at klænkiheilivágur ikki eigur at vera ein skjót loysn á barnafiti.

Heldur eiga vit at kanna, hví børn gerast ov feit, og hvørja hjálp tey hava tørv á.

Sambært Rúnu Olsen er fyribyrging fremsti vegurin at basa trupulleikanum við barnafiti í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890