Føroyar blástu Kosovo av vøllinum við Tjarnir

Føroyar blástu Kosovo av vøllinum við Tjarnir
Óli Mittún gekk á odda fyri føroysku hondbóltsmonnunum, sum smurdu Kosovo av við Tjarnir og fingu frálíka byrjan í EM-undankappingini. Sigurin kundi kortini verið størri
Sama hvat teir á útilðinum gjørdu, fingu teir ikki steðga Óla Mittún, sum skoraði átta og legði upp til níggju mál
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2026 - 21:34

Føroysku menninir livdu upp til krøvini frá hondbóltsfjøldini við Tjarnir við sannførandi stórsigri á Kosovo.

Óli Mittún flutti stórformin úr gulu og reyðu GOG-blusuni og í hvíta landsliðsbúnan og gekk á odda fyri flotta avrikinum í Hoyvíkshaganum.

Stóra lýtið var, at sigurin ikki var omanfyri 10 tíggju mál. Út á dystin vórðu alt ov nógvir kjansir misnýttir, men sum venjarin segði, so var avrikið gott, hóast allir bóltarnir ikki endaði í netmeskunum.

Nú ræður um at taka tað besta við sær til Montenegro, har stuðulin til heimaliðið er góður - og ágangurin á útiliðið er stórur. 

 


Elias Ellefsen á Skipagøtu tók sær av brotskøstunum við Tjarnir. Spælskiparin var lýtaleysur úr sjey metrum. (Mynd: Bjarni Árting  Rubeksen)

 

Frálíkir fyri steðgin

Føroyska venjaratoymið hótti við nógvari renning frá byrjan, og fyrsta málið kom eisini eftir skjótt kontraálop undirskrivað av Ísaki Vedelsbøl, sum tók túrin.

Næstu løtuna fingu føroyingarnir bæði Leiv Mortensen og Hákun West av Teigum á máltalvuna, men munurin minkaði skjótt aftur og var tvey eftir fyrsta korterið.

Heimaliðið fekk alsamt betri tak á dystinum, men ein røð av misnýttum kjansum frá millum annað Teis Horn Ramussen og Vilhelmi Poulsen gjørdi, at føroyska leiðslan ikki vaks eins skjótt og hon átti.

 


Teis Horn Rasmussen var ein av mongum føroyingum, sum ikki høvdu stillað skotarmin ímóti góða útimálverjanum, sum stóð væl í kosovomálinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Teir á útiliðnum troyttaðust kortini av føroyska trýstinum, og Óli Mittún koyrdi á teir við ótroyttiligum spæli. So líðandi gjørdust kosovomenninir eisini ørkymlaðir, mistu bóltar og misnýttu fyri opnum máli. Hinumegin skoraðu føroyingarnir frítt og fóru í umklæðingarrúmið við 20-13 leiðslu.

 

Brendu heldur illa í góðum avrikið

Byrjaðu føroyingarnir skjótt fyri steðgin, var ferðin uppaftur størri fyrst í seinna hálvleiki. 

Óli Mittún helt fram, har hann slepti, við atsóknumog fríspælingum í hægsta stigi. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti eisini sítt spælskil fram við flúgvara til Vilhelm Poulsen, sum misnýtti.

Júst útimálverjin var einasta orsøkin til, at tað ikki gjørdist heilt ljótt hjá Kosovo beinanvegin. Føroyingarnir amaðust uppi ímóti eini tíggju máls leiðslu eina góða løtu, og Leivur Mortensen og Bjarni í Selvindi fingu heimaliðið upp á 11 miðskeiðis í hálvleikinum.

 


Leivur Mortensen var sær sjálvum líkur við Tjarnir. Vongurin í vinstru skoraði upp á allar sínar seks skotroyndir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Stóra leiðslan gjørdi kanska, at heimamenninir kendu seg somikið tryggar, at fleiri upplagdir kjansir fóru fyri skeytið. Nógvu útskiftingarnar órógvaðu eisini rútmuna í spælinum heldur illa.

Júst tí tódnaði leiðslan niður í tey sjey, sum Føroyar vóru á odda við í steðginum. Besta løtan kom ímóti endanum, tá Pauli Høj skeyt sítt fyrsta A-landsliðsmál av vinstra vongi. Tað kundi verið meir, men stigini komu á kontu, og nú bíðar Montenegro á Balkan.

 

Við Tjarnir (EM-undankapping, 1. umfar)

Føroyar - Kosovo, 37-30 (20-13)

Føroyskir málskjúttar: Óli Mittún 8, Hákun West av Teigum 7, Leivur Mortensen 6, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Ísak Vedelsbøl 3, Allan Norðberg 2, Vilhelm Poulsen 2, Bjarni í Selvindi 1, Pauli Høj 1, Rói á Skipagøtu 1, Teis Horn Rasmussen 1

 


Lagið var gott við Tjarnir, har viðhaldsfjøldin fekk nógv av tí, sum hon var komin at síggja. Ikki minst ein tryggan sigur at byrja EM-undankappingina við. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860