- Royna at pynta fíggjarlógina

- Royna at pynta fíggjarlógina
Landsstýrið roynir at pynta sína fyrstu fíggjarlóg við at flyta útreiðslur, heldur minnilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum
Minnilutin í Fíggjarnevndini heldur, landsstýrið roynir at pynta sína fyrstu fíggjarlóg við at flyta útreiðslur í seinastu fíggjarlógina hjá undanfarnu samgongu
 
27.11.2015 - 08:29

Landsstýrið roynir at pynta fíggjarlógina fyri 2016, sína fyrstu fíggjarlóg, við at flyta útreiðslur í seinastu fíggjarlógina hjá undanfarnu samgongu.

Tað sigur minnilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum, Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum og Bill Justinussen í Miðflokkinum, um eykajáttanarlógina.

Samgongan hevur sett útreiðslur í hetta uppskotið, sum av røttum verða brúktar næsta ár og eiga tí at vera í fíggjalógini fyri 2016.

Taka ikki undir við at strika játtan til ferju

Eingin ivi er um, at hetta er gjørt fyri at pynta fíggjarlógina 2016, siga teir tríggir andstøðulimirnir í Fíggjarnevndini.

Teir skuldseta eisini samgonguna fyri at bróta játtanarlógina og allar grundreglur, sum ein samd Fíggjarnevnd seinastu árini hevur bygt upp, við at biðja um pengar í ár, sum ikki skulu brúkast fyrr enn næsta ár.

Minnilutin tekur ikki undir við at strika játtanina til nólsoyarferjuna. Ferjan eigur at verða bygd nú.

Mælir frá at keypa bygningar á Reyni

Teir tríggir tingmenninir skriva í álitinum hjá Fíggjarnevndini, at nevndin fekk at vita frá Strandfaraskipum landsins, at Ternan lýkur ikki krøvini fyri at sigla um Skopunarfjørð. Ternan skal vera avloysaraskip hjá Teistanum, til Sandoyrartunnilin er liðugur.

Jacob Vestergaard mælir harafturat frá at keypa tveir bygningar úti á Reyni til umsitingina hjá landsstýrinum, tí teir loysa ongan hølistrupulleika.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, umboðini hjá samgonguni, tekur undir við uppskotinum um eykajáttanarlóg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693