Rigmor Dam bakkar

Rigmor Dam bakkar
Rigmor Dam tekur uppskotið um inntøkumarkið aftur. Tað boðar hon frá í tíðindaskrivi
 
28.11.2015 - 12:09

- Tað er umráðandi at lurta, og tað havi eg gjørt í hesum førinum, sigur Rigmor Dam í tíðindaskrivi, har hon boðar frá, at hon tekur uppskotið um inntøkumarkið fyri lesandi aftur.

Hon sigur seg  taka atfinningar móti uppskotinum til sín.

- Vit skulu virða lestur sum eitt fulltíðarstarv. Kortini eiga broytingar í inntøkumarkinum heldur at verða framdar í sambandi við onnur átøk, sum samstundis bøta um umstøðurnar hjá lesandi, og serliga hjá lesandi við børnum, heldur landsstýriskvinnan í mentamálum, sambært tíðindaskrivinum. 

Í gjár ljóðaði í tinginum, at tað var so sum so við undirtøkuni fyri uppskotinum millum samgongutinglimir,  og at vandi var fyri, at uppskotið fall. 

Nú uppskotið er tikið aftur, verður eingin atkvøðugreiðsla. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037