Arbeiða undir somu treytum sum onnur

Arbeiða undir somu treytum sum onnur
Fólk, ið arbeiða fyri bjargingartænastu, eru undir lógini um arbeiðsskaðatrygging á sama hátt sum onnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara
Fólk, ið starvast fyri bjargingartænasturnar, arbeiða undir somu treytum sum onnur, sigur Henrik Old, landsstýrismaður
 
30.11.2015 - 09:37

Fólk, sum arbeiða, lønt ella ólønt, fyri bjargingartænastu eru undir lógini um arbeiðsskaðatrygging á sama hátt sum onnur, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningum frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um vanlukkutryggingarlógina og sjálvboðin bjargingarfólk.

Løgdu bjargingarbátar eftir óhapp

Eitt óhapp á bjargingarbátinum Lív gjørdi, at allir bjargingarbátar uttan Ziska hava ligið eina tíð, tí at kvinnan, sum fekk skaða í knæið um borð á Lív, fekk onga skaðabót frá tryggingini ella Vanlukkutryggingarráðnum.

Vanlukkutryggingarráðið segði, at orsøkin til skaðan var ikki ávirkan uttanífrá. Vanlukkutryggingarráðið skuldi viðgera málið av nýggjum hósdagin í síðstu viku.

Nýggjar upplýsingar í málinum vórðu sendar Tryggingarfelagnum Føroyar, har sum arbeiðsskaðatryggingin er teknað, til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762