Meting av umhvørvisávirkan góðkend

Meting av umhvørvisávirkan góðkend
Umhvørvisstovan hevur góðkent umhvørvisárinsmeting fyri ætlaðu útbyggingina av eystara havnarøki í Tórshavn
Umhvørvissvovan hevur góðkent metingina av árinunum fyri umhvørvið í samband við útbyggingina av eystara havnarøki. Danska ráðgevingarfyritøkan, Rambøll, hevur gjørt metingina
 
03.12.2015 - 16:01

Umhvørvisstovan hevur lagt dent á ávirkan á náttúru og umhvørvi, men atlit at fornminnum, ferðslu og útsjónd hava ikki verið partur av viðgerðini. 

Tórshavnar havn biðið donsku ráðgevarafyritøkuna, Rambøll, gera meting av, hvørja ávirkan ætlaða havnarútbyggingin fer at hava á náttúru og umhvørvið.

SÍ EISINI Bjóða nú arbeiðið út til undangóðkenning

Rambøll sigur, at økta virksemið á havnarlagnum og økta ferðslan á landi fer at føra til nakað av øktum óljóði. Mett verður tó ikki, at óljóðið fer upp um vegleiðandi markvirðið fyri óljóð.

Rambøll sigur eisini, at fleiri skip og økt ferðsla fara at hava við sær ávísan vøkstur í luftdálkingini, men hetta verður ikki mett at ávirka luftgóðskuna nærhendis havnarlagnum munandi.

Metingin kann kærast til 30. desember

Plantu- og djóralívið á staðnum verður eisini ávirkað av ætlanini, men hon er sera avmarkað. Umhvørvisstovan metir, at nakrar av verandi spillivatnsútleiðingunum skulu leggjast longur út, fyri at kunna verða góðkendar aftan á ætlaðu havnarútbyggingina.

Umhvørvisstovan vísir á, at hon í viðgerðini einans hevur lagt dent á ávirkan á náttúru og umhvørvi, meðan atlit til fornminni, ferðslu, útsjónd og annað hava ikki verið partur av viðgerðini.

Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Evsta mark at kæra er 30. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762