Færri fólk kæra um avgerðir

Færri fólk kæra um avgerðir
Kærunevndin, ið tekur avgerðir um fyritíðarpensjónir, broytti í 2009 16 prosent av avgerðunum. Í 2013 var talið munandi minni
Almannaverkið ger sær størri ómak, tá avgerðir verða tiknar um fyritíðarpensjónir. Í øllum førum vórðu nógv fleiri avgerðir hjá Almannaverkinum staðfestar í kærunevndini í 2013 enn í 2009
 
04.12.2015 - 10:51

Almannaverkið ger sær størri ómak, tá avgerðir verða tiknar um fyritíðarpensjónir. Í øllum førum vórðu nógv fleiri avgerðir hjá Almannaverkinum staðfestar í kærunevndini í 2013 enn í 2009.

Í 2009 vórðu 32 avgerðir kærdar, onnur hvør, 56 prosent, varð staðfest í kærunevndini, seks prosent vórðu sendar Almannaverkinum aftur til nýggja viðgerð, og kærunevndin broytti 16 prosent av avgerðunum um fyritíðarpensjón.

Fýra ár seinni, í 2013, vóru tølini nógv broytt. Tá komu bara 24 kærur. Kærunevndin staðfesti flestu avgerðirnar hjá Almannaverkinum, 83 prosent vórðu staðfest, og bara fýra prosent av kærunum vórðu broyttar.

Fleiri kvinnur enn menn kæra

Átta prosent vórðu heimvíst, sum tað eitur, tað er sendar Almannaverkinum aftur. Sambært Almannaverkinum sjálvum vísir hetta, at Almannaverkið dugur betur at tryggja sær, at allar upplýsingar eru tøkar, tá umsóknir um fyritíðarpensjón verða avgreiddar.

Fleiri kvinnur enn menn kæra avgerðirnar hjá Almannaverkinum um fyritíðarpensjón. Tó kærdu fleiri menn í 2013. Orsøkin til, at fleiri kvinnur kæra er allarhelst, at fleiri kvinnur søkja fyritíðarpensjón, og lutfalsliga fleiri kvinnur enn menn fáa játtaða lægstu fyritíðarpensjón.

Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið eina frágreiðing um fyritíðarpensjónir árini 2009-2013. Almannaverkið hevur gjørt frágreiðingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328