Viðgera nú ósemju um uppboðssøluna

Viðgera nú ósemju um uppboðssøluna
Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum er farin á fund at viðgera ósemjuna í flokkinum um uppboðssøluna, sum elvir til kreppu í samgonguni
Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum viðger í løtuni ósemjuna í flokkinum um uppboðssøluna, ið elvir til kreppu í samgonguni
 
15.12.2015 - 12:02

Tveir í tingbólkinum, Kristin Michelsen, sum eisini er borgarstjóri á Tvøroyri, og Bjarni Hammer, sum er varaborgarstjóri somuleiðis á Tvøroyri, seta føtur í spenni og vilja ikki góðtaka ætlaðu royndaruppboðssøluna.

Støðan er álvarslig, tí uppboðssølan er partur av inntøkugrundarlagnum undir fíggjarlógini, sum ikki hongur saman, um partar av Javnaðarflokkinum ganga ímóti formanninum og løgmanni, Aksel V. Johannesen, og restini av samgonguni.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur verið tilreiðar at leggja uppskotið fram síðani fríggjadagin, men tað varð av ongum, tí einki felags stev er í baklandinum hjá løgmanni.

Ætlaðu at leggja uppskotið fyri tingið í gjár

Aksel V. Johannesen boðaði í Degi og Viku fríggjakvøldið frá, at hann fór at fáa semju, og at uppskotið fór at verða lagt fyri tingið í gjár. Men tað varð eisini av ongum.

Meðan Aksel V. Johannesen, løgmaður, var á ríkisfundi í Keypmannahavn, gjørdist greitt, at uppskotið heldur ikki kundi leggjast fram í gjár, tí fráboðaða semjan hjá løgmanni ikki helt.

Løgmaður boðaði síðani frá, at hann vildi hava sín tingbólk á fund nú í morgun, so uppskotið um uppboðssølu kann leggjast fyri seinni í dag, tá tingfundurin verður uppafturtikin.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 12:20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659