Brandur Olsen skiftir felag

Brandur Olsen skiftir felag
Brandur Olsen skal komandi hálva árið spæla fyri Vendsyssel, sum hevur tríggjar aðrar føroyingar í hópinum
 
22.12.2015 - 13:37

Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Olsen, skal í komandi ári spæla fyri Vendsyssel í næstbestu donsku fótbóltskappingini.

Brandur Olsen hevur sáttmála við stórfelagið, FC Keypmannahavn, men verður nú leigaður til Vendsyssel.

Ítróttarstjórin í Vendsyssel, Jacob Kruger, fegnast um at hava fingið føroyska miðvallaran í hópin. Hann sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at Brandur Olsen fer at styrkja um hópin.

-Hann hevur longu víst í FC Keypmannahavn og á føroyska landsliðnum, at hann kann vera við á allarhægsta stigi, sigur Jacob Kruger.

Brandur Olsen, sum í seinastuni hevur sitið nógv á beinkinum hjá FC Keypmannahavn, sigur við heimasíðuna bold.dk, at hann hevur tikið avgerðina, tí hann vil sleppa at spæla meira. 

Brandur Olsen verður fjórði føroyingurin í hópinum hjá Vendsyssel. Frammanundan hevur felagið sáttmálar við Hall Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard Olsen.

Vendsyssel er á øðrum plássi í donsku 1.deild, og hevur tí góðan møguleika at tryggja sær uppflyting til Superliguna.

Leigusáttmálin hjá Brandi Olsen við Vendsyssel er galdandi í eitt hálvt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650