Fimm íbúðir til fólk fjølbreki

Fimm íbúðir til fólk fjølbreki
Fíggjarnevndin hevur játtað Eyðgunn Samuelsen tvær milliónir at umbyggja fimm íbúðir fyri. Tær skulu hýsa fólki við fjølbreki og tungum rørslutarni
Fimm íbúðir verða nú tillagaðar, so tær kunnu hýsa fólki við fjølbreki og tungum rørslutarni
 
23.12.2015 - 11:42

Ein íbúð verður í Mylnutúni í Klaksvík og fýra verða í Blikagøtu í Runavík.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur fingið loyvi frá Fíggjarnevndina at gera hetta, hóast verkætlanin ikki er nevnd í fíggjarlógini fyri 2015.

Tað fer at kosta tvær milliónir krónur at gera tær fimm íbúðirnar. Pengarnir eru til í játtanini til bústovnar, sigur Almannamálaráðið.

Landsstýriskvinnan bað um ráðførslu við Fíggjarnevndina um, at íløgujáttanin í 2015 til bústovnar eisini kann umfata nýggja verkætlan um búpláss til fólk við tungum rørslutarni og fjølbreki, samstundis sum byggingin í Runavík verður gjørd liðug.

Fíggjarnevndin svaraði, at tað er í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234