Rætturin skal nú taka støðu til ósemju

Rætturin skal nú taka støðu til ósemju
Tað hevur ikki eydnast at loysa ósemjuna um brunatrygdina í nýggju farstøðini á flogvøllinum, og málið kemur nú fyri rættin
Vørn hevur, vegna Brunaeftirlitið, stevnt Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, tí sambært Brunaeftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk í fjør. Málið skal nú roynast í rættinum
 
29.12.2015 - 18:14

Vørn vegna Brunaeftirlitið hevur stevnt Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, tí sambært Brunaeftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk í fjør.

Málið verður viðgjørt í rættinum 6. januar. Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, sum skal góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt.

SÍ EISINI Kommunan og Vørn stríðast enn um flogvøllin

Málið byrjar 3. juli í fjør, tá Sørvágs kommuna gav P/f Vága floghavn loyvi at brúka nýggju komu- og farstøðina. Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu taka nýtsluloyvið aftur, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent bygningin.

Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini. Sambært lóggávuni, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna.

Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan. Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27.september í 2012, also fyri 1. apríl í 2013, tá nýggja byggilógin kom.

SÍ EISINI Í rættin við brunatrygdini á flogvøllinum

Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27. mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um "ikki vanliga" bygging, sum fekk byggiloyvi fyri 1. apríl 2013, tá nýggja lógin kom.

Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna hava roynt at loyst málið, men higartil uttan úrslit. Í vár stevndi Brunaeftirlitið so Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, og málið kemur fyri rættin 6. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980