Semingsmenn viðgera støðuna

Semingsmenn viðgera støðuna
Fríggjadagin fara semingsmenninir at hava fund við Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum
Fríggjadagin fara semingsmenninir at hava fund við Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála
 
06.01.2016 - 12:33

Semingsmenninir fara nú at royna at fáa partarnar at semjast um nýggjan sáttmála. Teir hava havt kunnandi fund við partarnar, og taka nú samanum tað sum kom burturúr.

Fríggjadagin fara semingsmenninir at hava fund við Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála.

Semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Símun Absalonsen, høvdu fyrradagin fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Í gjár høvdu teir fund við Pedagogfelagið um støðuna.

Samráðingarnar byrjaðu seinast í oktober

Nú taka teir samanum tað sum teir fingu at vita, og ætlanin er at hava fund við partarnar aftur fríggjadagin, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður.

Samráðingarnar ímillum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið byrjaðu seinast í oktober.

Seinast í november boðaði Pedagogfelagið frá, at eingin semja var í eygsjón. Fyri jól varð semingsstovnurin boðsendur, tí partarnir kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála.

Ov tíðliga at geva eitt boð uppá úrslitið

- Sáttmálin nøktaði ikki tey krøv, sum Pedagogfelagið hevði til sínar samráðingar, sum byrjaðu tvær vikur seinni.

Tað segði Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, tá Starvsmannafelagið í oktober skrivaði undir nýggjan sáttmála við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

SÍ EISINI Partarnir hittast nú aftur

Eitt av krøvunum frá Pedagogfelagnum er, at tey sum vegleiða námsfrøðilesandi, sum skulu í praktikk, skulu hava hægri ískoyti, tí tað ískoytið er ikki hækkað síðani í 90-unum.

- Tað er vónleyst at geva eitt boð uppá nakað úrslit millum partarnar, men vit fara at hava fund við partarnar fríggjadagin, sigur Terji Sigurðsson. Sáttmálin hjá Pedagogfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083