Lønarlagið hjá tí almenna endurskoðast

Lønarlagið hjá tí almenna endurskoðast
Ein nevnd skal setast at lýsa møguleikan at gera eina felags lønarskipan fyri tað almenna í Føroyum
Lønarlagið hjá tí almenna og hjá hvørjum starvsbólki sær skal endurskoðast, stendur í einum skjali, sum Pedagogfelagið, Kommunnala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum undirskrivaðu í gjár
 
13.01.2016 - 07:58

Lønarlagið hjá tí almenna og hjá hvørjum starvsbólki sær skal endurskoðast. Ein nevnd skal setast at lýsa møguleikan at gera eina felags lønarskipan fyri tað almenna í Føroyum.

Nevndin skal eisini kanna, um sáttmálar og avtalur á almenna arbeiðsmarknaðinum eru hóskandi karmar fyri at kunna broyta og endurnýggja almenna geiran, so hann sum skynsamast kann røkka sínum endamálum.

Í vár verður ein verkstova, har sum almennir arbeiðsgevarar og fakfeløg fara at orða arbeiðssetningin hjá nevndini og tosa um, hvussu nevndin skal skipast.

SÍ EISINI Góðtóku semingsuppskotið - eingin arbeiðssteðgur

Hetta stendur í einum skjali, sum Pedagogfelagið, Kommunnala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum undirskrivaðu í gjár.

Fyri løgtingsvalið í fjør kunngjørdi Pedagogfelagið, at tað vildi hava ein arbeiðsbólk at viðgera eina almenna lønartalvu og lønarlagið á almenna arbeiðsmarknaðinum sum heild.

Pedagogfelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum gjørdu nýggjan tvey ára sáttmála í gjár, tá teir góðtóku semingsuppskotið hjá Semingsstovninum.

Karmurin er tann sami sum hjá Starvsmannafelagnum, 4,15 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735