Fleiri skulu gera viðmerkingar

Fleiri skulu gera viðmerkingar
Mentanarnevndin í Løgtinginum biður nú fleiri persónar, einstaklingar og felagsskapir siga sína hugsan um uppskotini at broyta hjúnabandslógina
Nógvir almennir persónar, einstaklingar og felagsskapir fara næstu dagarnar at siga sína hugsan um um uppskotini at broyta hjúnabandslógina
 
18.01.2016 - 09:27

Nógvir almennir persónar, einstaklingar og felagsskapir fara næstu dagarnar at siga sína hugsan um um uppskotini at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu verða vígd borgarliga.

Nú klokkan níggju skuldi Mentanarnevndin byrjað at viðgera uppskotið, sum hevur til endamáls at sleppa fólkakirkjuni undan at víga samkynd.

SÍ EISINI Viðgera borgarliga vígslu seinni í mánaðinum

Lógin skal staðfesta, at tað framvegis bara eru fólk av ymiskum kyni, sum verða vígd ella fáa kirkjunnar vælsignilsi av hjúnabandinum.

Nevndin hevur biðið Jógvan Fríðríksson, bisp, umboð fyri kirkjuráð og samkomur, prestafelagið, lærarafelagið, pedagogfelagið, LGBT og landsstýriskvinnuna í mentamálum um at koma á fund at siga sína hugsan.

Viðgerast í fleiri øðrum nevndum eisini

Í morgin viðger Trivnaðarnevndin í Løgtinginum uppskotið um at loyva samkyndum at ganga í borgarligt hjúnalag

Mikudagin viðger Rættarnevndin uppskotið um at víðka ásetingarnar í føroysku rættargangslógini um upploysn av hjúnalagi til eisini at fevna um borgarligt hjúnalag millum tveir persónar av sama kyni.

Eisini Trivnaðarnevndin og Rættarnevndin hava biðið nógvar einstaklingar og felagsskapir um at koma á fund at siga sína hugsan um uppskotini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364