Halda skeivleikar eru í lógaruppskoti

Halda skeivleikar eru í lógaruppskoti
Felagið fyri kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Stiftsstjórnin halda, skeivleikar eru í einum uppskoti, Løgtingið skal taka støðu til
Tríggir prinsipiellir skeivleikar eru í lógaruppskotinum hjá løgtingskvinnunum, sum mæla Løgtinginum til at broyta lógina um, hvussu fólkakirkjan kann brúkast, halda Felagið fyri kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Stiftsstjórnin
 
20.01.2016 - 08:36

Tríggir prinsipiellir skeivleikar eru í lógaruppskotinum hjá løgtingskvinnunum, sum mæla Løgtinginum til at broyta lógina um, hvussu fólkakirkjan kann brúkast.

Tað siga Felagið fyri kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Stiftsstjórnin í felags brævi, sum Mentanarnevndin hjá Løgtinginum fekk mánadagin. Brævið er stutt.

Hetta vísa tey á

Feløgini bæði og Stitsstjórnin siga, at tað er prinsipielt skeivt:

● at lóggeva um kirkjulig viðurskifti, uttan at fólkakirkjan hevur verið við í lógarsmíðinum

● at blanda lógarsmíð um borgaraliga giftu upp í kirkjuliga lógarsmíðið

● og tað er eisini prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í lógini um fólkakirkjuna

Mæla frá at vevja lógir saman

Uppskot er um at broyta lógina um at brúka kirkjuna og um limaskap í fólkakirkjuni soleiðis, at lagt verður afturat í lógini, at:

"Kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, fevnir um par av ymiskum kyni." Tað merkir, at samkynd kunnu ikki verða gift í fólkakirkju ella fáa hjúnabandið signað har.

Slíkur mismunur eigur ikki at vera í lógini um fólkakirkjuna, halda Felagið fyri kirkjuráðslimir, Prestafelagið og Stiftsstjórnin, sum annars mæla frá at vevja saman lóg um borgaraliga giftu og kirkjulógirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373