Mæla til betri trygd umborð á skipinum

Mæla til betri trygd umborð á skipinum
Reiðaríið hjá Finni Fríða fekk eina áminning frá Sjóvinnustýrinum um trygdina á skipinum eftir eitt óhapp, ið var umborð í november 2014
Eitt óhapp á Finni Fríða fekk Sjóvinnustýrið at minna reiðaríið á trygdina umborð. Sjóvinnustýrið mælir eisini til, at trygdin verður betri á Finni Fríða
 
21.01.2016 - 18:18

Eitt óhapp á Finni Fríða fekk Sjóvinnustýrið at minna reiðaríið á trygdina umborð. Og helst gekk ov long tíð, til lækni varð spurdur, hvussu berast skuldi at við skadda manninum.

Skiparin á Finni Fríða sendi Sjóvinnustýrinum boð um óhappið, og Sjóvinnustýrið avgjørdi at kanna málið. Frágreiðingin er komin á heimasíðuna hjá Sjóvinnustýrinum.

Skiparin átti helst at hava sett seg í samband við lækna alt fyri eitt eftir at hava tosað við skadda mannin fyri at ráðføra seg um, hvussu berast skuldi at.

Óvist hvat hendi

Tað sigur Sjóvinnustýrið, sum hevur kannað eitt óhapp á nótaskipinum Finni Fríða í november 2104. Hvat ítøkiliga er hent, og hvør orsøkin var til óhappið, kann ikki staðfestast við vissu, sigur Sjóvinnustýrið.

Men um miðnáttina, tá skipið sigldi í skotskum sjógvi á veg á Tvøroyri, varð skiparin biðin um at koma niður í umklæðingarrúmið, tí har stóð ein maður vátur um allan kroppin.

Maðurin, sum tá var 36 ár, hevði verið úti á dekkinum í náttarmyrkrinum. Hann hevði fingið sjógv á seg og sligið seg í okkurt, tí hann hevði eitt skursl á hálsinum við høvuðspulsæðrina.

Sendu boð eftir tyrlu

Meira var ikki at síggja á manninum, og meira varð ikki gjørt burturúr. Hetta var ikki rætt atborið, heldur Sjóvinnustýrið. Maðurin fór undir brúsu og síðani í koyggjuna.

Okkurt um fimm tímar seinni vaknar hin maðurin í kamarinum við, at skaddi maðurin datt úr koyggjuni á dúrkið. Óhappið er hent um midnáttina.

Klokkan knappliga hálvgum seks um morgunin boðar Finnur Fríði MRCC frá. Læknavaktin gav boð um, at maðurin skuldi í land, og boð vórðu send eftir tyrlu. Tá Finnur Fríði kom á Tvøroyri, fekk øll manningin tilboð um kreppuhjálp.

Mæla til at bøta um trygdina

Sjóvinnustýrið mælir eisini til, at trygdin verður betri á Finni Fríða. Sjóvinnustýrið fekk at vita, at eingin skrivlig mannagongd er um, hvussu nýggj manning skal lærast upp. Hetta verður gjørt munnliga so hvørt.

Sjóvinnustýrið sigur, at trygdararbeiðið eigur at verða skipað í eina fasta legu sambært krøvum frá myndugleikum. Trygdarskeið eiga at vera umborð og arbeiðspláss mett.

Og, sigur Sjóvinnustýrið eisini: upplæring av nýggjum óroyndum fólki eigur at verða skipað í eina fasta legu við leypandi betringum, so tað betur verður tryggjað, at manningin alla tíðina verður kunnað um trygdar- og heilsuvandar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221