Trý føroysk met afturat í Íslandi

Trý føroysk met afturat í Íslandi
Føroysku svimjararnir vóru aftur í dag sera skjótir í Reykjavík International Games
Føroysku svimjararnir hava seinastu dagarnar sett nógv met og vunnið nógv heiðursmerkir á Reykjavík International Games í Íslandi
 
24.01.2016 - 19:52

Føroysku svimjararnir hava seinastu dagarnar sett nógv met og vunnið nógv heiðursmerkir í Íslandi (sí yvirlit her).

Í dag varð kappast á síðsta degi, og aftur í dag lá sera væl fyri. Trý føroysk met vórðu sett í dag.

Tóku egin met

Í 50 m. bringu vann Róland Toftum gull, og hann setti somuleiðis nýtt føroyskt met við tíðini 30:03. Gamla metið á 30:45 átti hann sjálvur.

Sára R. Nysted vann silvur í 200 m. rygg við tíðini 2:18:11, sum er føroyskt met. Gamla metið á 2:19:29 átti Sára sjálv, tað varð sett í Singapore í fjør.

Sára setti aftur nýtt føroyskt met, tá hon hon vann silvur í 100 m. frí. Tíðin hjá henni var 58:67. Hon tók sítt egna met, sum frammanundan var 58:91.

Fleiri juniormet eisini sett

Umframt at seta føroysk met, blivu eisini nógv juniormet sett á stevnuni í dag.

Í 200 m. bringu hjá monnum gekk eisini sera væl. Har vunnu Føroyar gull og silvur. Róland Toftum vann gull við tíðini 2:23:72 og Rókur Trygvason bleiv nummar tvey við tíðini 2:31:42.

Tað ber til at lesa meira um Reykjavík International Games á svimjing.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065

Meira um sama evni