Søluprísurin ikki almennur fyribils

Søluprísurin ikki almennur fyribils
Almenningurin fær ikki at vita, hvussu nógvar pengar Tórshavnar Kommuna fær fyri BankNordik-bygningin í Húsagøtu í Havn
Tórshavnar kommuna noktar at geva alment innlit í søluprísin fyri BankNordik-bygningin við SMS. Tá avtalan er endaliga góðkend í Danmark, kann almenningurin fáa prísin at vita
 
26.01.2016 - 08:07

Tórshavnar kommuna noktar at geva alment innlit í søluprísin fyri BankNordik-bygningin við SMS. Ikki fyrr enn avtalan er endaliga góðkend í Danmark, kunnu fjølmiðlar og onnur fáa innlit í prísin.

Kommunan hevur keypt bygningin frá Bank Nordik fyri 40 mió krónur. Í eina tíð hevur kommunan samráðst við Bygningsstyrelsen í Danmark, sum ætlar at keypa bygningin og leiga hann út til politistøð.

SÍ EISINI Bygningurin kann ikki keypast enn til løgregluna

Partarnir gjørdu fyrst í januar eina avtalu um, at Bygningsstyrelsen keypir bygningin, treytað av at játtandi myndugleikin í Danmark góðkennir keypið.

Umframt BankNordik-bygningin ætlar Bygningsstyrelsen eisini at keypa grannaognina, sum er eitt jarðarstykki omanfyri bygningin.

Bygningsstyrelsen vil heldur ikki upplýsa prísin

Grundgevingin hjá Tórshavnar Kommunu fyri at fólk ikki skulu hava søluprísin at vita nú, er grein 13 stykki 5 í lógini um alment innlit.

Har stendur, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna.

Haraftrat vísir kommunan á, at talan er um treytaða avtalu. Tí metir hon, at prísurin kann dyljast fyribils. Bygningsstyrelsen vil heldur ikki upplýsa, hvussu nógv BankNordik-bygningurin kostar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751