Seinasta orðið um heimið ikki sagt enn

Seinasta orðið um heimið ikki sagt enn
Stríðið um Eldrasambýlið á Skála, ið ætlanin er at steingja, er als ikki liðugt enn. Tveir býráðslimir leggja nú fram uppskot um at varðveita heimið
Tveir býráðslimir í Runavíkar kommunu leggja nú fram uppskot um at varðveita Eldrasambýlið á Skála, ið ætlanin annars var skuldi steingja
 
28.01.2016 - 09:19

Klokkan 17 í dag verður býráðsfundur í Runavíkar kommunu har millum annað uppskot um at varðveita Eldrasambýlið á Skála kemur til viðgerðar.

Tað eru Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen, sum umboða Skála í Runavíkar býráð, sum hava lagt uppskotið fram, skrivar nordlysid.fo

SÍ EISINI Vilja varðveita Eldrasambýlið á Skála

Í 2015 tók stýrið í Skálafjarðarstamstarvinum avgerð um at umskipa eldraøkið við Skálafjørðin soleiðis, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða niðurløgd sum virkandi eindir.

- Tað er óskiljandi at Runavíkar kommuna umvegis sína umboðan í stýrinum í Skálafjarðarsamstarvinum hevur latið seg trýsta til at leggja tvær virkandi funktiónir niður í egnari kommunu, siga Karl Rasmussen og Bárður Kass Nielsen.

Teir báðir vísa á, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða stongd, meðan virksemið á Toftum heldur fram og nýtt sambýli verður latið upp á Strondum, skrivar Norðlýsið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391