Makrelkanningar fingið viðurkenning

Makrelkanningar fingið viðurkenning
Makrelkanningarnar, sum millum annað Føroyar gera á hvørjum ári, hava fingið vísindaliga viðurkenning í viðurkendum tíðarriti
Makrelkanningarnar, ið føroyingar hava tikið lut í síðani 2009 við leigaðum nótaskipum, hava nú fingið viðurkenning í tíðarritinum "ICES Journal of Marine Science"
 
02.02.2016 - 08:08

Í nýggjari grein um yvirlitstrolingarnar eftir makreli, sum eru gjørdar í Norðuratlantshavi á sumri seinastu árini, eru kanningarhátturin og úrslitini nú viðurkend í tíðarritinum "ICES Journal of Marine Science", skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.

Føroyar hava verið við í hesum kanningum síðani 2009. Úrslitini av yvirlitstrolingunum verða nú brúkt, tá ICES stovnsmetir makrel síðst í august á hvørjum ári.

SÍ EISINI Havstovan gjørt makrelkanningar

Greinin í "ICES Journal of Marine Science" lýsir kanningarháttin og vísir stóru broytingarnar í útbreiðsluni av makreli, síðani fyrstu kanningarnar í 2007.

Eisini vísa úrslitini, at nøgdin av makreli er vaksin nógv seinastu árini. Í greinini er roynt at lýsa óvissuna í úrslitunum.

Líkt er til, at ávísir trupulleikar eru í metingunum av teimum ymsu árgangunum frá ári til árs. Hetta er tó bara galdandi fyri fimm og seks ára gamlan fisk.

Farin at ferðast vestur- og norðureftir

Men, tíverri, skrivar Havstovan, hevur tað higartil verið trupult at brúka allar aldrar í tilfarinum, sum verður brúkt at stovnsmeta makrelin eftir.

Seinastu tíggju árini er makrelurin farin at ferðast longri vestureftir og norðureftir. Út á várið og summarið leitar meginparturin av makrelinum norðureftir og seinastu árini eisini vestureftir at finna sær føði eftir gýtingina í Biskayavíkini og vestan fyri Írland.

Síðani 2005 er makrelurin farin víða um í Norðuratlantshavinum. Fyrst var makrelur at fáa eystan fyri Ísland, seinni kom hann heilt vestur í Irmingarhavið og til Eysturgrønlands. Makrelur er eisini sæddur heilt norðuri móti Svalbard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286