Loftmyndir av Føroyum dagførdar við dronumyndum

Loftmyndir av Føroyum dagførdar við dronumyndum
Fyrstu loftmyndirnar, ið Umhvørvisstovan tók við dronu í 2015, eru nú á kortal.fo. Tað tók tvey ár, áðrenn tað eydnaðist at taka nýggjar loftmyndir
Soleiðis sá nýggi miðnámsskúlin í Marknagili, Glasir, út, tá Umhvørvisstovan tók nýggjar loftmyndir av Havnini í fjør
Mynd: kortal.fo  
 
03.02.2016 - 21:30

Veðrið má sær ráða.

Tað mátti Umhvørvisstovan ásanna, tá stovnurin skuldi hava nýggjar loftmyndir av Føroyum til myndaskrásetingina á kortal.fo.

Ætlanin var at taka nýggjar loftmyndir í 2013, men ikki fyrr enn í 2015 eydnaðist at taka nýggjar loftmyndir, tá veðrið var til vildar.

Sergjørt leiguflogfar skuldi taka myndirnar

Fyrstu dronumyndirnar, ið Umhvørvisstovan tók í fjør av Havnini, Klaksvík og Leirvík, eru nú at síggja á kortal.fo, upplýsir Umhvørvisstovan.

Góðskan á nýggju myndunum, ið eru tiknar við dronu, er munandi betri enn tær gomlu, ið vórðu tiknar í 2009, sigur Umhvørvisstovan.

Upprunaliga var ætlanin at eitt sergjørt leiguflogfar skuldi taka myndirnar. Ætlanin varð slept, tí veðrið ikki var so frægt, at flogfarið kundi taka myndirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065