Uppmátingarnar til Eysturoyartunnilin byrjaðar

Uppmátingarnar til Eysturoyartunnilin byrjaðar
Umhvørvisstovan hevur gjørt fyrstu uppmátingarnar, ið seinni skulu verða grundarlag undir øllum øðrum uppmátingum í Eysturoyartunlinum
Fyrstu uppmátingarnar til Eysturoyartunnilin vórðu gjørdar í síðstu viku. Uppmátingarnar eru millimetur neyvar, tí tær verða grundarlag undir øllum øðrum uppmátingum seinni
 
05.02.2016 - 13:54

Umhvørvisstovan gjørdi í síðstu viku tær fyrstu uppmátingarnar til Eysturoyartunnilin. Uppmátingarnar verða grundarlag undir øllum øðrum uppmátingum tá tunnilin verður gjørdur.

Til samans hevur Umhvørvisstovan uppmátað seks fastapunkt til tunnilin - tvey við tunnilsmunnanar á Hvítanesi, Strondum og í Runavík, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni, us.fo

Tað hevur stóran týdning, at uppmátingarnar eru so neyvar sum til ber, tí tær verða grundarlag undir øðrum uppmátingum tá tunnilin skal gerast, sigur Umhvørvisstovan.

Nýggj tøkni tryggjar millimetur neyvleika

Tøknin, sum hevur verið brúkt til hinar tunlarnar í landinum, er ikki so neyv. Tí hevur Umhvørvisstovan valt at brúka nýggja tøkni, ið er neyv upp á millimeturin.

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at uppmátingar til ein tunnil verða gjørdar við nýggju tøknini, har fýra ymiskir GPS'ar verða brúktir til hvørja uppmáting fyri at tryggja neyvleikan.

Umhvørvisstovan uppmátar bara sonevndu fastapunktini til Eysturoyartunnilin, meðan onnur taka sær av uppmátingini í tunlinum, tá tað arbeiðið einaferð byrjar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974