Northern Ocean er ársins skip í FAS

Northern Ocean er ársins skip í FAS
Sjóvinnustýrið, sum heiðrar skipini, leggur stóran dent á, at skip í FAS eru trygg og væl rikin
Mynd: Marine Traffic.com  
 
12.02.2016 - 08:00

Kemikaliutangaskipið Northern Ocean, sum er skrásett í Føroysku altjóða skipaskránni FAS og hevur heimstað í Nólsoy, er ársins skip í Føroyum í 2015. 

Heiðurin fekk skipið frá Sjóvinnustýrinum.

Nummar tvey gjørdist Sjóborg og nummar trý varð Sæborg, bæði skip hjá Skansanum Offshore. 

Sjóvinnustýrið heiðrar hvørt ár skip undir føroyskum flaggi, sum hava serliga góð úrslit í skiparakstri og trygd. 

Munurin millum skipini á fyrsta, øðrum og triðja plássi er sera lítil, sigur Sjóvinnustýrið. Men Northern Ocean vann, tí tað fekk fægstar viðmerkingar, tá klassafelagið hevði eftirlit umborð. 

Leggja dent á væl rikin arbeiðspláss

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg arbeiðspláss. Tí hevur Sjóvinnustýrið seinastu árini samskift við skipini um góðan rakstur. 

Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum.

Tað hevur eisini givið úrslit. Flaggið hevur seinastu árini gjørt eitt stórt lop upp eftir á hvíta listanum hjá Paris MoU.

ParisMoU er millumlandafelagsskapur, ið kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og londum við Norðuratlantshav. 

2015 er triðja árið, Sjóvinnustýrið kýsur ársins skip. Í 2013 vann Nordjarl, og í 2014 var Norrøna ársins skip.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086