Løgtingskvinna: Djóraverndarlógin má dagførast

Løgtingskvinna: Djóraverndarlógin má dagførast
Djóraverndarlógin er ótíðarhóskandi og verjir ikki dýrini nóg væl. Ein nevnd við fakfólkum skal setast at endurskoða lógina, heldur løgtingskvinna
Galdandi djóraverndarlóg eigur at verða dagførd, tí lógin verjir ikki dýrini nóg væl, og myndugleikarnir fáa ikki gjørt stórvegis við mál um vanrøkt, heldur Sonja Jógvansdóttir
 
19.02.2016 - 08:39

- Lógin er ótíðarhóskandi og verjir ikki dýr nóg væl, og myndugleikar og onnur fáa ikki gjørt stórvegis við mál um vanrøkt, tí heimildir vanta í djóraverndarlógini, ella í aðrari lóggávu, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerkingunum til uppskotið.

Sonja Jógvansdóttir skjýtur upp fyri tinginum at seta eina nevnd at endurskoða djóraverndarlógina. Hon mælir til, at nevndin, sum verður sett, skal vera liðug við arbeiðið í november.

Faklig nevnd skal endurskoða lógina

- Djóraverndarfelagið og onnur, sum varða av dýrum, hava fleiri ferðir víst á, at galdandi lóggáva er ov avmarkað, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Hon mælir til, at nevndin, ið skal endurskoða djóraverndarlógina, verður mannað við løgfrøðiligum kunnleika, landsdjóralæknanum, umboði fyri privatu djóralæknarnar og tveimum umboðum fyri Djóraverdarfelagið.

- Ofta ber illa til hjá myndugleikunum at reisa mál ella fara víðari við málum, har illgruni er um vanrøkt, tí heimildir vanta, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342